Príshækkingin rakar vinnuna meinast

Príshækkingin rakar vinnuna meinast
Millum størstu orkuslúkarnar í landinum eru smoltstøðirnar, sum eisini fáa eina hækking upp á fimtan oyru komandi tvey árini
21.11.2025 - 21:15

Smoltstøðirnar kunnu ikki samamberast tað tær einaferð vóru, og eru millum størstu orskuslúkar í landinum, og merkja tí eisini príshækkingarnar mest.

SEV avgjørdi á eykaðalfundi í dag, at privatkundin skal rinda sjey oyru meira pr. kilowatttímar komandi ári, meðan vinnan skal rinda ellivu oyru og uppaftur fýra oyru afturat í 2027, so hækkingin verður fimtan oyru.

Bara smoltstøðin hjá Hiddenfjord á Fútakletti brúkar einar 65 milliónir krónur í streymi um árið. Komandi ár fer við við príshækkingini at merkja góðar 4 milliónir krónur afturat og í 2027 seks milliónir krónur.

Og hetta er bara ein av eini røð av hækkingum seinnu árini.

Hiddenfjord vil fegið vera við í grøna orkuskiftinum, tí tað er eisini ein partur av arbeiðnum hjá fyritøkuni at vísa ein grønan profil. Men enn eru tey ikki sloppin ígongd.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776