- Taki hetta sum eitt stórt herðaklapp

- Taki hetta sum eitt stórt herðaklapp
Í spølni bað Ásbjørn N. Nattestad fólk stuðla sær við peningi, so hann kund sleppa til Týsklands at stuðla Føroyum, men fólk svaraðu kallinum, og nú er hann í Dortmund
02.12.2025 - 16:13

Fyri fáum døgum síðan legði Ásbjørn Nielsson Nattestad eitt uppslag út á Facebook.

Í spølni bað ein av føroya størstu og kendastu hondbóltsfjepparum fólk um at stuðla sær við 10 krónum, so hann kundi sleppa niður til Týsklands at stuðla hondbóltskvinnunum, sum hava staðið seg so væl í Trier.

Men fólk tóku áheitanina til sín, bóðu um kontonummar, fluttu pening og í dag stendur Ásbjørn Nielsson Nattestad til reiðar í Dortmund, har Føroyar leggja til brots í miðumfarinum við risastórari uppgávu móti týsku vertunum.

 - Tað eru føroyskir hondbóltsfjepparar, sum hava stuðlað mær í at koma hendavegin, og eg tári ikki yvir slíkt, men eg eri øgiliga rørdur og taki tað sum eitt størt herðaklapp, sigur Ásbjørn Nielsson Nattestad, sum sigur, at hann sjálvur fíggjar pylsur og sodavatn í hálvleikinum.

Tað eru ikki nógv meir enn 44 tímar síðan, at endaliga avgerðin fall. Atlantic flutti hann til Keypmannahavnar, og síðan gekk leiðin til Rødby við bili, har ferja siglir til Puttgarden í norðurtýsklandi. Síðan aftur í bil, og á miðjari týsnátt kom Ásbjørn Nielsen Nattestad til Dortmund.

Hann ætlar sær ikki at liggja á latu síðuni í Westfalenhøllini, har føroysku áskoðararnir skulu taka kampin upp við omanfyri 10.000 týskar áskoðarar. 

 - Onkur segði, at nú er kravið, at tú skalt rópa og trumma, og tað er tí, eg eri her, staðfestir havnarmaðurin, sum trýr upp á føroyskan sigur í kvøld.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039