Nær við at vit settu okkum á dystin

Nær við at vit settu okkum á dystin
Føroyar høvdu gott tak á serbum, tá endin á dystinum nærkaðist, men máttu taka til takkar við javnleiki, sum merkir, at dreymurin um fjórðingsfinalu brast
04.12.2025 - 17:02

Claus Mogensen iðraði seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna HM-dystin ímóti Serbia í Dortmund hósdagin.

Eina løtu ímóti endanum sá út til, at dysturin ímóti stóru serbunum fór at koppa til Føroyar, men einstøk mistøk og brendir kjansir merktu, at tað ístaðin gjørdist 31-31 javnleikur í evstu løtu.

Enn eitt flott úrslit til føroysku kvinnurnar, men eisini eitt stig, sum merkti, at fjórðingsfinaludreymurin brast.

 - Tað hevði verið eitt órealistiskt mál frá byrjan, og tí hava vit ikki hugsað stórvegis um tað, men vit gjørdu alt fyri at vinna í dag og soleiðis varðveita kjansin, segði venjarin, sum hevði blandaðar kenslur.

 - Vit eru jú við at seta okkum á dystin, tá fimm minuttir eru eftir, men vit bardust ímóti okkara egnu mistøkum, og spælararnir eiga stórt rós fyri at eitt stig kemur burturúr, segði Claus Mogensen.

Føroyar hava ein dyst ímóti Íslandi eftir, og venjarin vil sera fegin seta eitt ordiligt punktum fyri hesa hendingarríku HM-kappingina, sum føroysku kvinnurnar siga farvæl við leygarkvøldið.

 - Har vilja vit fegin hava ein sigur afturat. Tað hevði verið fantastiskt, um vit enda við bert tveimum tapum. Tað hevði verið frálíkt, segði venjarin. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373