Vánaligt verjuspæl kostar sigurin

Vánaligt verjuspæl kostar sigurin
Føroyar fingu ikki skil upp á verjuspælið fyrsta korterið ímóti Íslandi, og tí varð eisini ov langt uppaftur á javnt, helt venjarin Claus Mogensen eftir 33-30 tapið í Dortmund
06.12.2025 - 21:43

Føroyar høvdu kjansin at koma heilt nær íslendingum, tá dysturin í Westfalenhalle nærkaðist endanum, men misnýttir kjansir og onnur mistøk gjørdi, at tað akkurát ikki gekk. 

Tað var kortini ikki høvuðsorsøkin til, at heimsmeistarakappingin endaði við tapi og vónbrotnum spælarum. Heldur var tað verjuspælið fyrsta korterið, sum kostaði Føroyum sigurin, helt venjarin Claus Mogensen.

 - Vit fáa als ikki tak á í verjuspælinum fyrstu 15 minuttirnar. Vit vóru als ikki nóg góðar, og Ísland slapp seks mál framum okkum, segði venjarin.

 - Vit eru við at koma afturí aftur nakrar ferðir, men tá skal alt likasum hepnast.

Tað gjørdi tað ongantíð heilt. Føroyar nærkaðust tvær ferðir, og munurin tódnaði niður í tvey, men í avgerandi støðum misnýttu fleiri spælarar stórar kjansir, og so vann Ísland 33-30 og fekk síni fyrstu stig í miðumfarinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711