Føroysk jól langt heimanífrá: Alisa til jólahald í Føroyahúsinum

Føroysk jól langt heimanífrá: Alisa til jólahald í Føroyahúsinum
Hvussu er tað at halda føroysk jól langt heimanífrá? Tað hevur 19 ára gamla Alisa Stephansdóttir Myllhamar Mølvig, sum er uppvaksin í Keypmannahavn, sett sær fyri at kanna
03.12.2025 - 20:00

"Góða omma og abbi."

Øll kenna vit siðbundnu "jólaheilsurnar í útvarpinum" frá føroyingum úr øllum heimsins heraðshornum, sum ofta við grátkomnari rødd senda sínum kæru heima í Føroyum eina jólaheilsu. 

Serliga fyrr, tá fólk ikki ferðaðust millum lond, eins og tey ferðast til Suðuroyar, einki Facetime ella Messenger var til, og tað kostaði tríggjar krónur um minuttin bara at ringja til Danmarkar, so kendist fjarstøðan hjá útisetum heim long, og hon kendist uppaftur longri um jóltíðir. 

 

Kendur ungdómssjónleikari

19 ára gamla Alisa Stephansdóttir Myllhamar Møllvig, sum er fødd í Føroyum, men uppvaksin í Keypmannahavn, hevur sett sær fyri at kanna, hvussu tað er at halda føroysk jól langt heimanífrá. 

Alisa er kendur ungdómssjónleikari í Danmark, og hevur spælt við í eitt nú sjónvarpsrøðunum "Skyldig 2" og "Fyr" og í stuttfilminum "Edge".


Alisa Stephansdóttir Myllhamar Mølvig í stuttfilminum "Edge" (Mynd: úr filminum "Edge")

 

Jólahald í Føroyahúsinum

Um nakar ivast, so er Alisa úr góðum bergi brotin. 

Mamman, Nora Johnsdóttir Myllhamar, er ættað úr Sandavági, meðan pápin er olympiski rógvarin Stephen Mølvig, og tískil hevur Alisa sjálv upplivað at hildið "føroysk jól" í Danmark. 

Alisa hevur verið til jólahald í Føroyahúsinum á Vesturbrúgv í Keypmannahavn, og hevur sent Kringvarpi Føroya hesa hugtakandi og persónligu reportasjuna um "Føroysk jól langt heimanífrá".

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167