ABC við samráðingarborðið

ABC við samráðingarborðið
Formaðurin í Fólkaflokkinum miðar ímóti, at ein ABC-samgonga er skipað, áðrenn næsta vika er runnin
Fotografur: Símun Waag
30.03.2026 - 20:30

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fóru í dag undir samráðingar at skipa samgongu.

Partarnir eru við gott mót, sigur Beinir Johannesen, samráðingarleiðari og formaður í Fólkaflokkinum.

Floksformenninir hittust fyrrapartin og tingfólkini løgdust afturat samráðingunum seinnapartin.

Tingfólkini hava býtt seg í fýra bólkar, sum viðgera hvør í sínum lagi útbúgving, almannamál, heilsumál, orku- og umhvørvismál, sigur Beinir Johannesen.

Flokkarnir hittast aftur í morgin, leggur hann afturat.

Evstamarkið hjá Beini Johannesen, samráðingarleiðara, at skipa samgongu er 10. apríl.

Sólvit Nolsøe, stjórnmálafrøðingur og politiskur viðmerkjari, var í sjónvarpsstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328