Stjórin í Sauna Dypp kennir seg vónsviknan

Stjórin í Sauna Dypp kennir seg vónsviknan
Fyrst fingu tey boð um, at tey høvdu vunnið, men seinni vóru hesi boðini tikin aftur
04.06.2026 - 19:25

Tey hjá Sauna Dypp kenna seg so svikin av Tórshavnar kommunu, at tey hava stevnt kommununi eftir 1,9 milliónum krónum.

Stjórin í smápartafelagnum Sauna Dypp er ikki sørt vónbrotin fyri tíðina

Í august í fjør var hann annars rættiliga spentur, tí tá hevði Sauna Dypp vunnið eitt útboð um vælveruøki í Álakeri í Havn

Útboðið kom frá Tórshavnar kommunu, har tekniski stjórin, havnarstjórin og býararkitekturin mæltu til at gera leigusáttmála við Sauna Dypp.

Hetta gekk tó ikki sum ætlað, tí tá málið kom fyri býráðið, mælti byggi- og býarskipanarnevndin til at samtykkja at taka av tilboði frá øðrum veitara. Gjørt varð av ikki at gera leigusáttmála við Sauna Dypp, at taka útboðið aftur og gera nýtt útboð.

Hetta kom illa við hjá teimum hjá Sauna Dypp, sum hava brúkt tíð og fíggjarliga orku til uppskotið um vælveruøkið.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541