Filipinarar í Føroyum savnast um kurvabólt

Filipinarar í Føroyum savnast um kurvabólt
- Hendan kappingin ger, at vit kenna okkum heima, siga filipinskir menn, sum hava stovnað eina kurvabóltskapping í Føroyum
02.07.2026 - 14:03

Tað er ferð á hvønn sunnudag í høllini í Kambsdali.

Tá eru dystir á skránni í filippinsku kurvabóltskappingini, All Filipino Cup, sum fór av bakkastokki mitt í mai. 

 - All Filipino Cup er ein kapping, sum sameinir allar filipinararnar í Føroyum, sigur stigtakarin, Jonathan Fernandez.

 - Tað kann vera hart at vera langt heimanifrá, og ein slík kapping gevur okkum okkurt at gleða okkum til og ger ,at vit veruliga kenna okkum heima í Føroyum.

 

Komnir til Føroya at arbeiða

Sjey lið eru við í kappingini, har seks umfør eru spæld higartil. Tey eru mannað við filippinskum monnum, sum eru komnir til Føroyar at arbeiða.

Hetta fyrsta árið er kappingin bert fyri filipinskar menn, men næsta ár er ætlanin at lata kappingina upp fyri aðrar tjóðskapir. Eisini eru ætlanir um at skipa fyri kapping fyri kvinnur. 

 - Her kunnu vit vera saman sum lið, vinir og samfelag. Hetta er ein kapping, men vit eru fyrst og fremst vinir, sum spæla, hugna sær og hava tað stuttligt, sigur samskiparin, Lyndon Edoloverio.

Sí meir um kappingina her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870