Goalball í gongd: - Stóran týdning fyri ítróttagreinina

Goalball í gongd: - Stóran týdning fyri ítróttagreinina
Fyrsti goalball-dysturin í Føroyum varð spældur, tá eitt føroyskt lið tók ímóti einum norskum liði í Fuglafirði um vikuskiftið
01.10.2026 - 10:11

Fyrsti veruligi dysturin í goalball varð spældur síðsta vikuskifti, tá eitt føroyskt lið tók ímóti einum norskum liði í Fuglafirði.

Goalball er ítróttur fyri sjónveik og blind, men eisini fólk við fullari sjón kunnu spæla.

 - Hetta hevur stóran týdning. Tá tú trenar til dagligt og hvørja viku, er hetta heilt vist nakað, sum tú hyggur fram ímóti, og tað ger tað uppaftur størri, at tað er á heimavølli, segði samskiparin, venjarin og spælarin, Anja Christensen.

Hon hevur skipað fyri goalball-venjingum seinastu árini, og nú eru eini fimm, sum venja regluliga. Ein av teimum er Rúna Durhuus, og hon er glaðst fyri samanhaldið.

 - Tú spælir ikki allatíð, men tú hevur pausur og prátar. Og mær dámar væl at røra meg, sigur hon.

Parasport Føroya fegnast eisini um, at eitt tilboð um at íðka goalball er, og vónar at uppaftur fleiri fara at royna stuttligu ítróttagreinina.

 - Eg havi roynt fleiri ferðir, at fáa fólk at spæla goalball, men so kom Anja, og hon hevur drivið tað sjálv tey seinastu tvey ella trý árini, og tað eru vit øgiiga glað fyri. Vit hopa, at fleiri vilja koma at royna, í hvussu er, segði Tróndur Ravnsfjall úr Parasport Føroyum.

Norðmenn vunnu, men føroyingarnir vóru kortini væl nøgdir við javna dystin og vikuskiftið saman við norska liðnum.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329