Vit fáa nýggja forsorgarlóg um eitt ár

06.08.2014 - 10:04
Innlendis›Politikkur
Vit fáa nýggja forsorgarlóg um eitt ár
Umsíðir kemur ein dagførd lóg, sum hevur verið á veg í 20 ár

Galdandi forsorgarlóg er frá 1967, sum er dagførd síðani.

Forsorgarlógin fevnir milllum annað um almennar veitingar, ásetingar um fólk við serligum tørvi, um eldri og um arbeiðsfremjandi tiltøk.

Í 1995 avtalaðu føroysku og donsku myndugleikarnar í sambandi við rammulógirnar fyri almanna- og heilsuøkið, at ein føroysk forsorgarlóg skuldi leggjast fram í tingsetuni 1997.  Men hóast nærum øll landsstýrisfólk síðani hava havt málið á borðinum, er hon ikki liðug  

Annika Olsen, landsstýriskvinna, sigur, at nýggja forsorgarlógin verður býtt sundur í ein veitingarpart og ein tænastupart. Arbeiðið við veitingarpartinum er um at vera liðugt.

Tænastuparturin fevnir m.a. um eldralóggávu og sosiallóggávu - eisini tey, sum hava serligar avbjóðingar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542