Stjórnarkreppan kann enda við nývali

15.09.2017 - 13:18
Innlendis›Politikkur
Stjórnarkreppan kann enda við nývali
Íslendski forsætisráðharrin hevur fund við flokkarnar í dag um politisku støðuna
Bjarni Benediktsson, forsætisráðharri, hevur mist meirilutan, nú Bjørt framtíð er farin burtur úr stjórnini

Í Íslandi er stjórnarkreppa. Flokkurin Bjørt framtíð tók seg úr stjórnini í gjár, og nú eru bara Sjálvstæðisflokkurin og Viðreisn eftir.

Kreppan er komin í, tí formaðurin í Bjartari framtíð, Óttarr Proppé kann ikki góðtaka, at pápi Bjarna Benediktsson, forsætisráðharra, hevur skrivað undir eitt bræv, sum viðmælir, at ein maður, ið er dømdur fyri at gera seg kynsliga inn á børn, verður reinsaður.

Tað er álitisbrot, at forsætisráðharrin ikki hevur boðað stjórnini frá hesum, áðrenn tað frættist í fjølmiðlunum, sigur Óttarr Proppé við islendskar miðlar.

Petur Petersen, sendimaður í Reykjavík, sigur, at forsætisráðharrin hevur nú tríggjar møguleikar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026