B7 fer í verkfall

06.11.2017 - 15:52
InnlendisSamfelag
B7 fer í verkfall
Óluva i Gong, forkvinna í sjúkrarøktafelagnum, boðar frá, at sjúkrarøktarfrøðingar á seingjardeildini B7 eisini fara í verkfall hósdagin

Sjúkarøktarfrøðingarnir herða verkfallið hósdagin. 

Tá fara allir sjúkrarøktarfrøðingarnir á B7 á landssjúkrahusinum eisini í vekrfall. Talan er um 22 sjúkrarøktarfrøðingar, og tað merkir tá eisini, at deildin verður lagt. 

Óluva í Gong forkvinna í sjúkrarøktafelagnum sigur, at felagið  hevur sent eina víðkaða fráboðan í fíggjarmálaráðið, har boðað varð frá, at allir sjúkrarøktarfrøðingar, ið starvast á B7 á Landssjúkrahúsinum, fara í verkfall. 

- Vit halda, at vit eiga at geva fíggjarmálaráðnum tíð til at hugsa seg um, og vit koma gjarna til samráðingarborðið til ein og hvørja tíð. Soleiðis sigur Óluva í Gong og skoytir uppí, at tey meta hetta verða rætta stig at taka.  

Til samans eru áleið 46 sjúkrarøktarfrøðingar farnir í verkfall. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454