Tíðindini hesa vikuna

23.03.2018 - 10:55
Innlendis
Tíðindini hesa vikuna
Persónsdátur komu av álvara á breddan hesa vikuna, bæði lokalt og globalt

Vakmyndatól umborð á Enniberg

Dulnevnd umboð fyri manningina á Ennibergi boðaðu Dátueftirlitinum, almenninginum og Fiskimannafelagnum frá, at reiðarin hevði sett vakmyndatól upp á verksmiðjuni.

Reiðarin segði, at hetta hevði fingið framleiðsluna upp í topp, men Dátueftirlitið segði, at tað var ólógligt at seta myndatól upp uttan loyvi.

Reiðarin noyddist at sløkkja myndatólini, áðrenn Enniberg aftur loysti frá kaj.

Cambridge Analytica

Dagdvøljur og stuttleikatestir á facebook skal ein vara seg fyri.

270.000 fólk á facebook høvdu valt at trýsta á eina kviss, sum lovaði at siga tær, hvør typa tú ert. Í tí dulda fóru bakdyrnar hjá hesum 270.000 á víðan vegg, og allar dátur frá teimum og teirra netverki vórðu tiknar av eini privatari fyritøku, kallað Cambridge Analytica.

50 mió facebook-brúkarar mistu sínar persónsdátur, sum vórðu brúktar til at ávirka forsetavalið í USA. Á duldum upptøkum hjá Channel 4 reypar Cambridge Analytica av at hava ávirkað val í USA, Mexico, Indonesia, Kina og í Afrika. Eisini sigst fólkaatkvøðan í Bretlandi um Brexit at hava verið í skotlinjuni.

Myndugleikar vita ikki hvørjum beini, teir skulu standa á, men ES hevur boðað frá strangari lóggávu nú í vár, har ognarrætturin til persónsdátur verður staðfestur, og bann verður sett fyri, at appir tildømis kunnu biða brúkarar um at góðtaka generell lyfti, sum siga, at appin fær loyvi at brúka tínar dátur til "at bøta um hesa vøruna".

LES EISINI: Facebook kennir teg best

Bankar og teirra pengar

Bæði Bank Nordik og Betri Banki hava verið í fokussi hesa vikuna.

Rúni Vang Poulsen hevði ein dupultleiklut, tá hann sum stjóri í Smyril Line keypti jørð frá Bank Nordik til hotell. Rúni Vang Poulsen sat nevniliga samstundis sum næstformaður í bankanum, sum seldi sær jørðina.

Formaðurin í Betri-samtakinum og næstformaðurin í Betri Bankia, Birgir Nielsen noyddist eisini at svara, hví ein fyribilsstjóri í bankanum fekk 1,7 milliónir krónur við sær eftir 77 dagar í starvinum. Tað svarar til eina dagsløn, sum er meira enn ein arbeiðari fær ein heilan mánað.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166