Jenny var best skikkaða til starvið

29.09.2020 - 09:09
List›Leiklist
Jenny var best skikkaða til starvið
Forkvinnan í Leiklistaráðnum tulkar ásetingina í lógini øðrvísi enn Leiklistafylkingin, sum alment hevur funnist at setanini
Jenny C. Petersen var best skikkaði umsøkjarin til stjórastarvið á Tjóðpallinum, sigur forkvinnan í Leiklistaráðnum

Jenny Petersen var tann best skikkaði persónurin, sum søkti starvið sum stjóri í Tjóðpalli Føroya, og tí varð hon fyri fjórðu ferð sett at røkja starvið í fimm ár.

Tað sigur Ingibjørg Berg, forkvinna í Leiklistaráðnum, nú Leiklistafylkingin alment finst at setanini.

Leiklistaráðið verður valt fyri trý ár í senn, og telur sjey fólk. Landsstýrismaðurin í mentamálum tilnevnir tvey umboð, har annað er formaður. Hinir limirnir í Leiklistaráðnum verða tilnevndir av ávikavist

Leikarafelag Føroya, Meginfelag Áhugaleikara Føroya, Listafólkasambandi Føroya, Tórshavnar býráð, og starvsfólkini á Tjóðpalli Føroya velja eitt umboð.

Skeiðið hjá sitandi Leiklistaráði gongur út 30. september í ár.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026