Peningastovnar stúra fyri ójavnari kapping

20.10.2020 - 18:00
Innlendis›Samfelag
Peningastovnar stúra fyri ójavnari kapping
Kapitalkrøvini verða herd, og tað kann forða peningastovnunum at veita vinnulívi og húsarhaldum fígging
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, og danski vinnumálaráðharrin, Simon Kollerup, høvdu fund í Føroyum í gjár

Føroysku peningastovnarnir stúra fyri ójavnari kapping, nú kapitalkrøvini verða herd.

Tí vilja teir hava Helga Abrahamsen, landsstýrismann, at umrøða støðuna við danska vinnumálaráðharran, Simon Kollerup.

Hann var á vitjan hjá Helga Abrahamsen í gjár, og teir eru samdir um at taka málið upp.

Óneyðuga tyngjandi

Teir hava boðað frá, at kapitalkrøvini til føroysku SIFI-bankarnar mugu ikki gerast óneyðuga tyngjandi, so tað forðar fyri, at peningastovnarnir kunnu veita føroyskum vinnulívi og húsarhaldum neyðuga fígging í framtíðini.

Tann møguleikin er til steðar, nú kapitalkrøvini til SIFI-bankarnar verða herd munandi, so ein triðingur av pengunum í bankunum skal vera til at standa ímóti við.

Ikki somu krøv

Ein føroyskur peningastovnur, sum er SIFI-banki, skal halda nýggju treytirnar, meðan ein banki í Danmark, sum ikki er SIFI-banki, sleppur undan treytunum, hóast hann er størri. Og tí kann talan gerast um ójavna kapping.

Krøvini til SIFI-bankarnar eru og verða nógv herd, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542