Stórt vónbrot fyri norðoyingar og eysturoyingar

16.03.2021 - 13:25
InnlendisSamfelag
Stórt vónbrot fyri norðoyingar og eysturoyingar
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, heldur, at nýggja ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum setir Norðoyggjar og Eysturoynna langt aftur í tíðina
Nú er ætlain, at leið 400 aftur fer at koyra gjøgnum Sundalagið, og ein nýggj snarleið ger ein túr úr Klaksvík til Havnar tiðliga á morgni, og ein túr úr Havn til Klaksvík seinnapart
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Nýggja ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum fyri leið 400, sum í løtuni er til almenna hoyring, er eitt stórt vónbrot fyri norðoyingar og eysturoyingar.

Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna.

Frá 1.apríl er ætlanin, at leið 400 aftur fer at koyra ígjøgnum Sundalagið.

Haruframt fer ein snarleið at koyra beinleiðis úr Klaksvík hvønn morgun kl. 6.25 til Havnar, og úr Havnini aftur kl.16.15.

Hetta fer at seta Norðoyggjar og Eysturoynna langt aftur í tíðina, sigur Eyðgunn Samuelsen, sum hevur sett landsstýrismanninum í samferðslumálum ein fyrispurning um málið.

Hoyr innslag í útvarpinum.

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, sigur, at nýggja ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum fer at seta bæði Norðoyggjar og Eysturoynna langt aftur í tíðina. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275