Steðgipláss skulu lagast til koyristólar

Steðgipláss skulu lagast til koyristólar
Bygdaleiðir hava 48 bussar, og allir hava lyftu til koyristólar
Allir bussarnir hjá Bygdaleiðum hava lyftu til koyristólar.
 
07.09.2021 - 09:17

Strandfaraskip landsins og Landsverk eru biðin um at kanna umstøðurnar á steðgiplássunum hjá Bygdaleiðum fyri at vita, hvussu tey kunnu gerast soleiðis, at fólk í koyristóli kunnu brúka tey.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.

Bygdaleiðir hava 48 bussar, og allir hava lyftu til koyristólar.

Men øll steðgiplássini eru ikki gjørd soleiðis, at fólk í koyristóli kunnu brúka tey uttan nakað. 

Tillagingar

Neyðugt verður at gera tillagingar á nógvum bussteðgiplássum, sigur Jørgen Niclasen.

Hann hevur heitt á Strandfaraskip landsins og Landsverk um at kanna hesar umstøður og gera eina ætlan um, hvussu steðgiplássini við landsvegir kunnu betrast. 

Men ein stórur partur av vegakervinum er kommunalur, og tí er neyðugt, at kommunurnar eru við í hesum, sigur Jørgen Niclasen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542