Arbeiðara- og lønarbanki skal setast á stovn

10.07.2021 - 10:45
InnlendisPengar
Arbeiðara- og lønarbanki skal setast á stovn
Nú eru nóg nógv avgjøld løgd á fólk frá bankunum, og ein arbeiðara- ella lønarbanki eigur at verða settur á stovn í Føroyum, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Tíðin er búgvin til, at ein arbeiðara- ella lønarbanki verður settur á stovn í Føroyum.

Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, í kjalarvørrinum av, at Bank Nordik í gjár kunngjørdi, at fleiri tænastugjøld hækka.

Millum annað hækkar útgjald við kassan úr 25 krónum upp í 50 krónur, og ein røð av flytingum, sum fólk sjálvi gera á netbankanum, dýrka.

Men nú er nokk, sigur formaðurin í Starvsfelagnum.

Føroysku bankarnir eru undirlagdir ymisk krøv frá myndugleikunum, ið eru kostnaðarmikil. Men tey kunnu fíggjast við einum lægri vinningsbýti, heldur Súni Selfoss.

Fleiri av arbeiðarafeløgunum eru longu saman um pensjónsfelagið LÍV. Og júst tað samstarvið kann vera útgangsstøði fyri einum nýggjum banka, heldur formaðurin í Starvsfelagnum.

Higartil hevur undirtøka ikki verið fyri einum arbeiðara- ella lønarbanka, men nú er man komin har til, at okkurt má gerast, sigur Súni Selfoss.

HOYR SAMRØÐUNA VIÐ SÚNA SELFOSS, FORMANN Í STARVSFELAGNUM.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738