Suðuroyartingmaður: SSL má ikki leggjast í eitt alment partafelag

28.12.2021 - 12:10
InnlendisPolitikkur
Suðuroyartingmaður: SSL má ikki leggjast í eitt alment partafelag
"Suðuroyggin og onnur støð í landinum, sum eru bundin av skipum, verða slept upp á fjall, um SSL verður lagt í eitt alment partafelag," sigur Bjarni Hammer, tingmaður
Bjarni Hammer óttast, at tænastan hjá suðuroyingum og øðrum, ið eru bundin av SSL, versnar, um SSL verður lagt í eitt alment partafelag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Um Strandferðslan verður skipað sum eitt alment partafelag, so missa politikararnir beinleiðis ávirkan á stovnin. Og tað má ikki henda, sigur Bjarni Hammer, formaðurin í Vinnunevndini og tingmaður fyri Javnaðarflokkin. 

Bjarni Hammer býr sjálvur á Tvøroyri og óttast, at tað fer at merkjast á tænastuni, um SSL verður lagt um til eitt alment partafelag.

Formaðurin í Vinnunevndini vísir á hendingar í Posta sum dømi, at løgtingið fær einki gjørt, tá virksemið ikki longur er fevnt av fyrisitingarlógini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974