Bjarni Hammer: Eg vil ikki vera gísli hjá Framsókn

Bjarni Hammer: Eg vil ikki vera gísli hjá Framsókn
Løgtingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum var bersøgin, tá hann hevði orðið í tinginum í gjár um løgmansrøðuna
Bjarni Hammer, løgtingsmaður, fyri Javnaðarflokkin var sera hvassorðaður við Framsókn í tinginum í gjár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.08.2025 - 08:31

- Málini um Suðuroyartunnilin og hækkingin av pensjónsaldrinum hanga als ikki saman. Eg vil ikki lata meg taka til gísla av Framsókn.

Tað sigur Bjarni Hammer, løgtingsmaður hjá Javnaðarflokkinum.

Hann var bersøgin, tá hann hevði orðið í tinginum í gjár um løgmansrøðuna.

- Eg eri sera vónbrotin av, at vit ikki sluppu av við Framsókn fyri ólavsøku. Tað er einki minni enn ein skandala og ein sorgarleikur fyri Suðuroynna, segði Bjarni Hammer.

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og forkvinna í Framsókn, hevur sagt, at flokkurin krevur, at málið um at hækka pensjónsaldurn verður samtykt, áðrenn tingið samtykkir Suðuroyartunnilin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

01082025_Bjarni_Hammer

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424