Kristin Michelsen: "Færri kommunur í Suðuroynni"

05.09.2022 - 16:25
InnlendisSamfelag
Kristin Michelsen: "Færri kommunur í Suðuroynni"
Kommunusamanlegging er eitt av málunum, sum stendur á skránni til býráðsfundin hjá Tvøroyrar kommunu í annaðkvøld, og tað er borgarstjórin sjálvur, sum eigur uppskotið
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, skjýtur upp at seta ein ópolitiskan arbeiðsbólk at kanna møguleikan fyri at leggja kommunur í Suðuroynni saman
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Í dag eru sjey kommunur í Suðuroynni. Tvøroyar-, Hvalbiar-, Hovs-, Porkeris, Sumbiar, Fámjins- og Vágs kommunur.

Var tað upp til Kristin Michelsen, borgarstjóra á Tvøroyri, vóru færri kommunur í Suðuroynni.

Borgarstjórin sigur, at meirilutin av fólkinum á Tvøroyri er fyri einari samanlegging, og at aðrar kommunur hava heitt á hann at taka málið upp.

 

Seta ópolitiskan arbeiðsbólk

Kommunusamanlegging er eitt av málunum, sum stendur á skránni til býráðsfundin hjá Tvøroyrar kommunu í annaðkvøld

Tað er borgarstjórin sjálvur, ið hevur sett málið á skránna.

Hann skjýtur upp at seta ein ópolitiskan arbeiðsbólk við umboðum úr øllum sjey kommununum í Suðuroynni at lýsa eina samanlegging.

Býráðið skal taka støðu til, um ein arbeiðsbólkur skal setast at viðgera eina kommunusamanlegging fyri Suðuroynna. Býráðsfundurin á Tvøroyri er í annaðkvøld kl. 19.00.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532