Vestmenningar vilja leggja saman - kvívíkingar eru ikki so fúsir

bannari
Vestmenningar vilja leggja saman - kvívíkingar eru ikki so fúsir
Men kvívíkingar eru nú meira sinnaðir at leggja saman við Vestmanna enn við Havnina, vísir kommunukanningin hjá Kringvarpinum
Kvívíkar kommuna søkti fyri nøkrum árum síðani um at sleppa upp í Tórshavnar kommunu. Men nú eru kvívíkingar meira sinnaðir at leggja saman við Vestmanna
 
04.11.2024 - 15:41

Í Vestmanna kommunu vilja 57,1 prosent leggja saman við Kvívíkar kommunu. Tað vísir kommunukanningin hjá Kringvarpinum.

Hon vísir eisini, at í Kvívíkar kommunu vilja 30,7 prosent leggja saman við Vestmanna kommunu.

Sostatt er undirtøkan fyri samanlegging millum tær báðar grannakommunurnar væl størri í Vestmanna enn í Kvívík, Leynum og á Stykkinum.

Hetta er ikki so óvæntað, tí vestmenningar hava fyrr verið sinnaðir at leggja saman við grannakommununa fyri sunnan. Til dømis í 2008, tá tað í sambandi við løgtingsvalið eisini bleiv skipað fyri eini vegleiðandi fólkaatkvøðu um samanlegging. Tá søgdu 722 ja til samanlegging við Kvívíkar kommunu og bert 59 søgdu nei.

Kvívíkingar hava hinvegin ikki so góðan hug at kasta saman við Vestmanna. Í 2011 søkti Kvívíkar kommuna um at gerast partur av Tórshavnar kommunu, men tað bar ikki á mál. Nú vísir kanningin hjá Kringvarpinum, at kvívíkingar eru meira sinnaðir at leggja saman við Vestmanna enn við Havnini.

Í kanningini fingu fólk møguleika at velja upp til fýra aðrar kommunur at leggja saman við, ella um nøkur samanlegging skuldi vera yvirhøvur.

 

Í Kvívíkar kommunu svaraðu fólk soleiðis:

Vestmanna kommunu: 30,7%

Tórshavnar kommunu: 18,7%

Vága kommunu: 9,2%

Sunda kommunu: 8,4%

Onnur loysn: 5,7%

Taki ikki undir við nakrari kommunusamanlegging: 26,2%

Veit ikki: 20,6%

 

Í Vestmanna kommunu svaraðu fólk soleiðis:

Kvívíkar kommunu: 57,1%

Vága kommunu: 12,4%

Tórshavnar kommunu: 10,2%

Sørvágs kommunu: 5,9%

Sunda kommunu: 5,8%

Onnur loysn: 4,4%

Taki ikki undir við nakrari kommunusamanlegging: 19,6%

Veit ikki: 15,3%

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815