Ríkisfelagsskapurin ger ætlan fyri Arktis

Ríkisfelagsskapurin ger ætlan fyri Arktis
Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, sigur, at øll trý londini í ríkisfelagsskapinum vera við, og politikararnir sleppa upp í part næsta ár
 
20.10.2019 - 17:34

Arbeiðið at leggja strategi fyri Arktis gongur sum ætlað, og øll londini í ríkisfelagsskapinum verða við í arbeiðnum.

Tað sigur Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, við føroysku tíðindastovuna á Christiansborg. Greinin verður endurgivin í grønlendska miðlinum, Sermitsiaq.

Misnøgdur politikarar

Martin Lidegaard úr radikala flokkinum og grønlendska fólkatingsvinnan, Aaja Chemnitz Larsen, hava funnist at stjórnini, tí politikarar eru ikki tiknir við í arbeiðið.  

Tey halda, at tað er ikki nóg mikið, at bara embætisfólk eru við í tilgongdini.

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur og formaður í Arktisku sendinevndini í Fólkatinginum, hevur sagt, at Danmark eigur at umhugsa sína raðfesting av uttanríkispolitikkinum, og brúka mestu orkuna upp á Arktis í staðin fyri Miðeystur. 

Men Jeppe Kofod vísir atfinningunum aftur.

Sleppa upp í part

Hann sigur, at politikararnir sleppa eisini upp í part næsta ár, men Jeppe Kofod vil ikki dagfesta, nær tað verður.

Tað fara vit at avtala í ríkisfelagsskapinum. Politikarar, granskar og vinnulív sleppa upp í arbeiðið, og tað gleði eg meg til, sigur hann.

Jeppe Kofod hitti grønlendska landsstýrisformannin, Kim Kielsen, grønlendsku landsstýriskvinnuna í uttanríkismálum, Ane Lone Bagger, og føroyska landsstýrismannin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, tá Arctic Circle var í Reykjavík í síðstu viku.

Samstarv skal til

Uttanríkisráðharrin leggur dent á, at ætlanin fyri Arktis má gerast í samstarvi við Grønland og Føroyar.

Tað ber ikki til at gera eina slíka ætlan, uttan at Føroyar og Grønland eru við. Ætlanin skal endurspegla tað, sum Føroyar og Grønland raðfesta.

– Tað havi eisini gjørt mínum politisku starvsfeløgum í ríkisfelagsskapinum greitt, og tað standi eg við, sigur Jeppe Kodfod, uttanríkisráðharri, við føroysku tíðindastovuna á Christiansborg.

Jeppe Kofod fer til Grønlands á vitjan í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290