Eldraøkið endurskoðast í 2020

Eldraøkið endurskoðast í 2020
Neyðugar broytingar skulu gerast, tá eldraøkið skal endurskoðast næsta ár, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum
Eldraøkið skal endurskoðast, og neyðugar tillagingar gerast, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum
 
31.10.2019 - 14:34

– Eldraøkið skal endurskoðast í 2020, og tá skulu neyðugar broytingar gerast, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Hann hevur saman við landsstýrikvinnuni í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, havt fund við Kommunufelagið.

Fýra milliónir resta í í Suðuroy

– Samstarvið við Kommunufelagið skal mennast, eisini tá talan er um eldraøkið, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Tað vænta góðar fýra milliónir krónur í hjá Bú- og heimatænastuni í Suðuroy fyri næsta ár, um kommunurnar ikki fáa fleiri pengar frá landinum.

Ein uppgerð hjá Bú- og heimatænastuni í Suðuroy, vísir, at tað fer at kosta góðar 60 milliónir krónur at reka eldraøkið í Suðuroy í 2020.

Rinda ikki meira til eldrasamstarvið

Kommunurnar fáa slakar 56 milliónir krónur aftur frá landinum, og tí fara góðar fýra milliónir krónur at resta í.

Hvalbiar kommuna hevur longu samtykt, at kommunan rindar ikki meir til eldrasamstarvið, enn tað sum kommunan fær borið aftur frá landinum.

Talan er um slakar 600.000 krónur. Men kommunan hevur eisini gjørt av, at um hon fær fleiri pengar frá landinum í 2020, so fara teir pengarnir til eldraøkið.

Gongdin kann ikki halda fram

– Sum er hanga viðurskiftini ikki saman, og tí kann gongdin ikki halda fram, sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, við útvarpið.

Tað vísir seg, at summar kommunur fáa meir frá landinum, enn tær nýta til eldraøkið, og tí má býtið broytast, ella má landið rinda fleiri pengar til eldraøkið, sigur hann.

– Vit skulu millum annað endurskoða eldraøkið í 2020, og tá verður samstundis støða tikin til tey viðurskiftini, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744