- Tíðindi, mentan og ítróttur
HB fingið nýggjan venjara

Jens Berthel Askou hevur seinastu árini verið venjari í donskum fótbólti. Hann vandi Vendsyssel í donsku superliguni, men hevur eisini verið venjari hjá Skive IK og Thisted FC í næstbestu deildini í Danmark.
Áðrenn hann gjørdist venjari, spældi hann sjálvur í Danmark, Turkalandi og Onglandi við Norwich City. Nú skal hann vera venjari hjá HB. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi.
Til spurningin hví hann hevur valt at taka við starvinum sum høvuðsvenjari, sigur Berthel, at hetta er ein spennandi avbjóðing. Bæði sum venjari, men eisini persónliga fyri hann, at royna okkurt øðrvísi.
Sum leikari hevur hann roynt seg uttanfyri Danmark, og tey upplivilsini gera, at hann ikki ræðist avbjóðingina.
Jens Berthel Askou byrjar í starvinum 1. desember, og sáttmálin er galdandi til og við 2021.


























