Borðoyarnes fiskar eftir slímálli

Borðoyarnes fiskar eftir slímálli
Skipið Borðoyarnes hevur verið til royndarfiskiskap eftir slímálli. Borðoyarnes hevur verið fýra túrar, og úrslitið hevur verið misjavnt
 
03.11.2019 - 14:46

Slímállur finst allastaðni rundan um oyggjarnar á einum serligum dýpi, men føroyingar hava sum skilst ongantíð fiska slímáll ella súgáll, sum hann eisini verður kallaður.

Skipið Borðoyarnes roynarfiskar nú eftir slímálli. Borðoyarnes fiskar annars eftir krabba. 

Állurin verður fiskaður við rúsum. Hesar fyrstu túrarnar hevur Borðoyanes landað hjá Havsbrún, sum hevur gjørt mjøl burtur fiskinum, men slímállur verður roknað sum delikatessa, serliga á koreansku hálvoynni, og tað er við hesum marknaði fyri eyga, at Borðoyarnes er farið undir hesa roynd. 

Amerikanar og koreanar hava áður fiskað slímáll. Men sum skilst, so er fiskiskapurin minkaður, og tí er eftirspurningurin eftir fiskinum vaksin í fjareystri.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435