Løgtingið viðger eykajáttanir

Løgtingið viðger eykajáttanir
Løgtingið fer í dag at viðgera eina umbøn um bíðiløn til tingfólk og eina umbøn um meira pening til spilloljuverkið hjá IRF
 
06.11.2019 - 08:21

Løgtingið fer í dag eisini at viðgera tvær umbønir um eykajáttan. Onnur er frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni.

Hann hevur biðið tingið um 1,3 milliónir krónur til bíðiløn til tingfólk, ið ikki vórðu afturvald á løgtingsvalinum 31. august.

Løgtingsformaðurin biður samstundis um at lækka játtanina til at keypa útbúnað 1,3 milliónir krónur, tí minni verður brúkt í hesum fíggjárinum.

Sostatt er uppskotið um eykajáttan útreiðsluneutralt. Hin umbønin er frá Ingilín Didriksen Strøm í Javnaðarflokkinum um 2,4 milliónir krónur til spilloljuverkið hjá IRF. 

Minni inntøkur í ár

Í sáttmálanum millum IRF og landsstýrið er ásett, at landsstýrið hvønn ársfjórðing rindar hallið hjá spilloljuverkinum.

Av tí at ein keypari tók seg aftur fyrr í ár, hava inntøkurnar hjá verkinum ikki verið tær somu sum undanfarin ár. Tí vanta 2,4 milliónir krónur í, tað sum er eftir av hesum árinum.

Fyri fyrstu ferð í hesum valskeiðinum eru ófráboðaðir fyrispurningar til landsstýrið á dagsskránni í dag. Tingfundir eru í dag, í morgin og fríggjadagin. Tingfundurin í dag byrjar klokkan 11 fyrrapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327