Spaniólar vilja steðga avtalu um talgilding

Spaniólar vilja steðga avtalu um talgilding
Spaniólar royna at steðga samstarvsavtaluna, sum Føroyar og Katalonia gjørdu í vár
 
21.11.2019 - 16:11

Vandi er fyri, at samstarvsavtalan millum Føroyar og Katalonia um talgilding verður strikað.

Fyrr í vár skrivaðu táverandi landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, og katalanski ráðharrin í talgilding, Jordi Puigneró, undir avtalu um samstarv innan talgilding.

Avtalan, ið er eitt sonevnt Memorandum of Understanding, snúði seg um at orða nýggj samstarvsøki, ið hava við sær, at Føroyar og Katalonia skifta vitan, royndir og loysnir innan talgilding sína millum.

Men hon verður helst av ongum, tí  - sum skilst - hevur spanska stjórnin sent avtaluna í Hægsta Rætt.

Tað vátta bæði Nicolai Balle, stjóri í Talgilding Føroyar, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890