- Upptøkurnar eru okkara egnu

- Upptøkurnar eru okkara egnu
Tíðindaleiðarin vísir aftur ákærunum frá landsstýrinum um, at talan er um "upptøku, ið stovnurin av órøttum hevði fingið hendur á".
 
03.12.2019 - 17:12

Tað stendur orð móti orði í málinum um, hvat goymir seg handan fútabannið, ið er sett móti upplýsingum, sum Kringvarp Føroya hevur frá einum fundi í november millum landsstýrisfólk og kinesiska sendiharran.

Løgmansskrivstovan hevur seinnapartin lagt skriv út á heimasíðuna.

Har stendur, at: 

"Orsøkin til, at landsstýrið heitti á fútarættin um at leggja fútabann, er, at Kringvarp Føroya hevði ætlanir um at brúka eina upptøku, ið stovnurin av órøttum hevði fingið hendur á."

Men Kringvarpið hevur ikki fingið hendur á nakra upptøku av órøttum, sambært Georg L. Petersen, tíðindaleiðara í Kringvarpi Føroya.

 - Talan er um okkara egnu upptøku, sigur tíðindaleiðarin.

Í stríð við revsilógina

Víðari skrivar løgmansskrivstovan:

 - Føroya Rættur hevur í avgerð síni lagt dent á, hvussu Kringvarp Føroya fekk hesa upptøkuna til vega. Føroya Rættur staðfestir, at um Kringvarp Føroya brúkti hesar upplýsingar, vildi tað sannlíkt verið í stríð við revsilógina, stendur millum annað í skrivinum frá landsstýrinum.

 - Eisini leggur rætturin dent á, at hevði talan verið um skrivligar upplýsingar, høvdu hesar upplýsingar verið undantiknar reglunum um alment innlit, tí talan er um vardar innanhýsis upplýsingar, skrivar landsstýrið víðari.

Upplýsingarnar, sum nú eru fevndar av fútabanni, hava almennan áhuga, heldur Georg Lindenskov Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425