Makrelur aftur til línuskip

Makrelur aftur til línuskip
Í 2014 gav Løgtingsins Umboðsmaður sitandi fiskimálaráðharri átalu fyri at geva línuskipum makrelkvotu. Nú fáa tey tað við lóg
 
21.12.2019 - 16:03

"Av tí at línuskipini ikki høvdu tann neyðuga reiðskapin til at fiska makrel, havi eg torført við at síggja, at tað var sakligt í makrelkunngerðini at tillutað línuskipum eina makrelkvotu, sum tey ikki kundu gagnnýta. "

 

Soleiðis skrivar Løgtinsins Umboðsmaður í einum áliti um makrelkvotur í 2014, sum vórðu latnar til línuskip í 2012, har hon gav landsstýrismanninum Jacob Vestergaard eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av málinum. Málið snúði seg um, at landsstýrismaðurin gav línuskipunum makrelkvotu, hóast línuskipini ikki høvdu útgerð at fiska makrelin, og sostatt seldu tey kvotuna til onnur skip at fiska, og fingu stórar upphæddir fyri tær sølurnar. 

 

Tá segði samgongan, at línuskip í roynd og veru kunnu fiska makrel og í øðrum lagi, at tað er ein stuðul til línuskipini, sum mangan hava tungan rakstur. 

 

Og í dag verður makrelkvotan til línuskip ásett í lóg. Tað sæst í broytingaruppskotið hjá samgonguni, sum kom stutt fyri, at tingfundurin byrjaði í morgun. Somuleiðis sæst, at garnaskip fáa makrelkvotu. 

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vil ikki gera viðmerking um málið í dag. Heldur ikki Brandur Sandoy, sum eigur part í einum línuskipi, sum nú fær makrelkvotu, vil siga nakað um málið í dag. 

 

Hetta broytingaruppskotið hevur elvt til kjak í løgtinginum. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum reisir spurningin, um hetta verður gjørt fyri at fáa politiska undirtøku fyri útlendskum ognarskapi í samgonguni. 

Les álitið frá 2014 hjá Løgtingsins Umboðsmanni her: http://www.lum.fo/Admin/Public/Download.aspx?file=Files%2fFiler%2flum%2fNidurstodur%2f14-00045+Anonymt+alit.pdf

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928