Fólk flutt av kendari frítíðaroyggj

Fólk flutt av kendari frítíðaroyggj
Herurin er settur inn á kendu frítíðaroynni Kangarroo Island í Australia, har sløkkiliðsfólk hava mist tamarhaldið á einum stórum skógareldi
Tíðliga í morgun, fór australski herurin undir at flyta fólk av kendu frítíðaroynni, Kangaroo Island
Mynd: AP  
 
09.01.2020 - 09:33

Tíðliga í morgun, fór australski herurin undir at flyta fólk av kendu frítíðaroynni, Kangaroo Island, eftir at sløkkiliðsfólk søgdu seg hava mist tamarhaldið á einum stórum skógareldi, miðskeiðis á oynni.

Tað er nú heitari aftur í Australia, og tí eru fleiri skógareldar kyknaðir aftur av álvara. Herfólk gingu frá húsi til hús í býnum, Parndana, miðskeiðis á oynni, og vaktu fólk

Fólkini fingu fimm minnuttir at fara úr húsunum. Orsøkin er, at ein stórur eldur, sum tamarhald ikki er á, nærkast býnum. BBC skrivar, at eldarnir á oynni hava havt við sær, at minst 25.000 koalabjørnir eru deyðar.

Hitin upp um 40 stig aftur

Í landspartinum, Victoria, eru nógv fólk við strendurnar, tí tey kunnu ikki vera við hús, og tann støðan er longd í 48 tímar, skriva australskir miðlar.

Victoria landsparturin er sera hart raktur av skógareldunum, og forsætisráðharrin í landspartinum, Daniel Andrews, sigur, at støðan nú aftur versnar.

Hann sigur, at støðan kann gerast sera hættislig í morgin, tí tá fer hitin upp um aftur 40 stig. Australski verðurstovnurin upplýsir, at 2019 var heitasta og turrasta árið í Australia nakrantíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286