Landsliðið skal spæla móti Danmark

Landsliðið skal spæla móti Danmark
Venjingardysturin í Herning 27. mars verður fyrsti landsdystur hjá nýggja venjaranum, Håkan Ericson
Nýggi landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, sleppur nú at royna seg
 
15.01.2020 - 12:01

A-landsliðið í fótbólti skal spæla venjingardyst móti Danmark. Tað boðar FSF frá á heimasíðuni. 

Dysturin verður spældur 27. mars á MCH Arena í Herning, og er samstundis fyrsti landsdysturin hjá nýggja venjaranum, Håkan Ericson. 

Spælt tríggjar dystir

Føroyar hava áður spælt tríggjar almennar landsdystir móti Danmark. 

Føroyar og Danmark vóru í bólki saman í undakappingini til EM í 1990. Fyrra dystin í Parkini taptu Føroyar 1-4. Málið skeyt Allan Mørkøre, tá hann javnaði til 1-1. Seinna dystin í Landskrona taptu Føroyar 0-4. 

Triði dysturin var ein vinardystur á Tórsvølli, sum samstundis var fyrsti landsdysturin hjá Mortani Olsen sum danskur landsliðsvenjari. Tann dystin taptu Føroyar 0-2.

Føroyar skulu eisini spæla ein venjingardyst móti Andorra, og hann verður tríggjar dagar eftir dystin móti Danmark. 

Gleðir seg

Nýggi føroyski landsliðsvenjarin gleðir seg til dystirnar.  

– Eg gleði meg at koma í gongd sum føroyskur landsliðsvenjari, og eg síggi við stórum spenningi fram ímóti hesum báðum dystunum. Sum svenskari er tað altíð nakað serligt at møta Danmark, og tað er ikki minni serligt fyri føroyingar og Føroyar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846