ST: 2019 næstheitasta árið higartil

ST: 2019 næstheitasta árið higartil
Veðurstovnurin hjá Sameindum tjóðum ávarar um óvanligt veður í framtíðini
2019 var næstheitasta ár higartil á jørðini, sum er mátað, sambært veðurstovninum hjá Sameindum tjóðum
 
16.01.2020 - 07:57

Heimsveðurstovnurin váttar, at 2019 var næstheitasta árið á jørðini, sum er mátað higartil. Bara 2016 var heitari, millum annað tí, at veðurfyribrigdið, El Niño, var virkið.

– Miðalhitin kring knøttin var 1,1 stig hægri enn miðaltalið fyri seinnu hálvu av 19. øld, sigur Petteri Taalas, aðalskrivarin í veðurstovninum hjá ST, sambært DR.

World Meteorological Organization hjá Sameindum tjóðum sigur, at heita veðrið fer at halda fram, og ávarar um óvanligt veður í ár og í framtíðini.

– Við mongdini av vakstrahúsgassi, sum kemur út í løtuni, eru vit á veg móti heitari tíðum, og tað verða millum trý og fimm stig heitari hesa øldina, sigur aðalskrivarin í heimsveðurstovninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028