Treytir settar duravørðum

Treytir settar duravørðum
Kunngerð um duravørðar er komin í gildi
Duravørðar á millum annað matstovum skulu halda ymsar reglur.
 
18.01.2020 - 09:41


Nú kann ein og hvør ikki longur vera duravørður í matstovum og í vertshúsum.

Ein kunngerð um duravørðar er komin í gildi nú í vikuni.

Í kunngerðini eru ymsar treytir settar teimum, sum vilja arbeiða sum duravørður.

Ein treyt er prógv í fyrstuhjálp, og prógv í at nýta alla vanliga eldsløkkingarútgerð.

Skal kenna lógir

Tann, sum søkir um starv sum duravørður, skal vátta, at viðkomandi veit, hvat stendur í matstovulógini, rúsdrekkalógini og í politiviðtøkunum.

Kunngerðin sigur eisini, at tann, sum setur duravørð í starv, skal geva duravørðinum arbeiðsklæði, har tað týðiliga sæst, til dømis við at prenta orðið “Duravørður” á klæðini, at viðkomandi er duravørður.

Arbeiðsgevarin skal eisini vissa seg um, at duravørðurin kennir rýmingarleiðirnar á staðnum og dugir at brúka alla eldsløkkingarútgerð á staðnum.

Og duravørðar skulu, meðan teir eru til arbeiðis, hava samleikaprógv uppi á sær og skulu, eftir umbøn, vísa gestum og myndugleikum hetta.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576