Granskarar kanska eitt stig nærri koppsetingini

bannari
Granskarar kanska eitt stig nærri koppsetingini
Granskarar í Australia siga, at tað er eydnast teimum at avbyrgja coronavirusið. Tað er fyrsta landið uttan fyri Kina, skriva australskir miðlar
Tað er nú eydnast australskum granskarum at avbyrgja coronavirusið, skriva miðlar. Myndin er frá einum sjúkrahúsi í Kina
Mynd: AP  
 
29.01.2020 - 16:49

Australsku granskararnir hava fingið virusið frá einum av teimum fimm smittaðu, sum eru komin úr Kina.

Granskararnir á Peter Doherty-stovninum í Melbourne fara nú at lata heilsheilsustovninum, WHO, avbyrgda virusið, ið síðani verður latið kanningarstovum kring heimin, sum arbeiða við at finna heilivág ímóti virusinum.

Varastjórin á stovninum, Mike Catton, sigur við ABC, at úrslitið er avbera gott, og hevur stóran týdning fyri at fáa vaksinu til vega ímóti virusinum.

 >> SÍ EISINI Coronavirus staðfest í Týsklandi

Virusið er vandamikið, og veik fólk doyggja av tí, men tað er ikki eins vandamikið sum ebola-virusið, sigur hann. Úrslitið kann eisini nýtast at finna fram til, um fólk eru smittað, hóast tey ikki eru sjúk.

Tað eydnaðist eini kinesiskari kanningarstovu at koma til sama úrslit í farnu viku, men kinesarar vilja ikki lata heilsheilsustovninum úrslitið, hóast Kina er limur í WHO, skrivar Daily Mail í Australia.

Myndugleikarnir í Kina upplýsa í dag, at 132 fólk eru deyð av virusinum og næstan 6.000 eru sjúk. Illgruni er um, at 9.000 fólk aftrat eru smittað. 79 tilburðir eru staðfestir uttan fyri Kina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. apríl
RagnarRokk: John Macko um Zero-Point Machine
206871
Fríggjadag 10. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Ronja
206862
Fríggjadag 10. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 10.apríl 2026
206585
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk 9.apríl 2026
206538
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843
Hósdag 9. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206842
Hósdag 9. apríl
Veðrið
206826
Hósdag 9. apríl
Meistarans hond
206820