Corona: Landslæknin kunnað Heilsumálaráðið

bannari
Corona: Landslæknin kunnað Heilsumálaráðið
Fyrbils verða eingi tiltøk sett í verk, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni
Lars Fodgaard Møller er landslækni
 
30.01.2020 - 08:52

Lars Fodgaard Møller, landslækni, hevði seinnapartin í gjár fund við Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum.

– Talan var fyrst og fremst um eina kunning til føroysku heilsumyndugleikarnar, umframt at gingið varð ígjøgnum føroysku tilbúgvingina á økinum, sigur Lars Fodgaard Møller.

Hann staðfestir, at heilsumyndugleikarnir eru til reiðar, um so er at coronavirusið skuldi komið higar. Eisini er greitt, hvussu sjúklingar við coronavirusi skulu flytast úr Føroyum til isolatión í Danmark, skuldi tað blivið neyðugt.

– Fyribils verða tó eingi tiltøk sett í verk í Føroyum, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129