ST: Coronvirusið er nú ein heimshóttan

bannari
ST: Coronvirusið er nú ein heimshóttan
ST ávarar nú ímóti coronavirusinum, eftir at minst 8.000 fólk eru smittað í minst 18 londum, og at minst 170 fólk higartil eru deyð av virusinum
Heimsheilsustovnurin, WHO, stúrir mest fyri, at virusið skal breiða seg til lond, har heilsuviðurskiftini eru vánalig
 
31.01.2020 - 09:39

Heimsheilsustovnurin, WHO, sigur, at støðan nú, er at líkna við ebolavirusið og svínakrímið. Heimsheilsustovnurin hevði fund aftur í gjár, og eftir fundin gjørdi stovnurin greitt, at talan er um eina heimsfevnandi farsótt.

Aðalskrivarin í nevndini segði á tíðindafundi, at talan ikki var um atfinningar ímóti Kina, har virusið fyrst varð staðfest, men rósti Kina fyri arbeiðið, sum landið ger, fyri at fáa tamarhald á virusinum, skrivar DR.

Aðalskrivarin í WHO segði, at stovnurin mest stúrir fyri, at virusið skal breiða seg til lond, har heilsuviðurskiftini eru vánalig. Men hann legði dent á, at stovnurin ikki ekur undir við átøkum sum at gevast við at ferðast til Kina, og heldur ikki mælir stovnurin frá samhandli við Kina.

Danmark broytir ikki tilbúgvingina

Ein heimsfevnandi ávaring merkir, at lond skulu royna at forða fyri, at smittan breiðir seg um landamørk, men rátt verður frá at gevast við handli og ferðum.

Boðini eru serliga til heilsumyndugleikarnar í heimsins londum, sum verða biðin um at herða eftirlitið, og at royna at avmarka virusið.

Danska heilsustýrið sigur, at nýggju boðini frá heimsheilsustovninum, ikki fáa landið at broyta tilbúgvingina, tí smáir møguleikar eru fyri, at virusið kemur til Danmarkar.

Donsku heilsumyndugleikarnir eru til reiðar

Skuldi virusið komið til Danmarkar, eru heilsumyndugleikarnir til reiðar at taka sær av teimum sum møguliga vera smittað, sigur stjórin í heilsustýrinum, Søren Brostrøm.

Øll tey 170 fólkini sum higartil eru deyð, eru í Kina, og har er coronaviorusið staðfest í øllum landspørtum. 98 fólk eru sjúk í 18 øðrum londum.

Í átta førum hevur virusið breitt seg millum fólk, tað er í Týsklandi, Japan, Vietnam og USA. Tí er vandi fyri, at virusið kann breiða seg longur og skjótari enn tað hevur gjørt, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. apríl
Vikugesturin: Tey útstoyttu standa mær nær
206907
Leygardag 11. apríl
Vikan 11. apríl 2026
206906
Leygardag 11. apríl
Morgunlestur leygardagur 11.apríl 2026
206586
Fríggjadag 10. apríl
Vikuskiftið 10 apríl 2026
206890
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843