Bústaðarpolitikkur: Frágreiðingin handað í morgin

Bústaðarpolitikkur: Frágreiðingin handað í morgin
Tíðindafundur verður í Almannamálaráðnum
Ein fyribils frágreiðing vísti, at Bústaðir skulu virka á vinnuligum grundarlagi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.03.2020 - 15:17

Frágreiðingin um bústaðarpolitikkin, sum ein arbeiðsbólkur hevur gjørt, verður handað landsstýriskvinnuni í bústaðarmálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, í morgin, og tá verður eisini skipað fyri tíðindafundi í Almannamálaráðnum.

Umboð fyri Almannamálaráðið,  Fíggjarmálaráðið, Bústaðir, privatar útleigufyritøkur, áhugafelagið Búgva, Vinnuhúsið, Kommunufelagið og fíggingarstovnarnar hava sitið í arbeiðsbólkinum. Regin Hammer hevur verið formaður í arbeiðsbólkinum. 

Ein afturvendandi spurningur í arbeiðnum hevur verið, hvussu almenna bústaðarfelagið Bústaðir skal javnsetast við privata vinnulívið.

Arbeiðssetningurin víðkaður

Eftir at arbeiðið var byrjað, varð eitt nýtt høvuðspunkt skoytt upp í arbeiðssetningin hjá arbeiðsbólkinum, sum fekk uppgávuna at koma við ítøkiligum uppskotum um, hvussu øll bústaðabygging kann verða javnsett í treytum, tað veri seg
leigu-, luta-, eigarabústaðir og sethús - harvið eisini almenn bygging, privat feløg og føroyskar familjur.

Sambært innanhýsis skjølum í arbeiðsbólkinum er hetta nýggja høvuðspunktið orsøkin til, at arbeiðið ikki bleiv liðugt til tíðina, tað var hálvan januar.

Ein fyribils frágreiðing frá bólkinum, sum kringvarpið fekk fatur í, vísti ítøkiligar ætlanir um, at Bústaðir skulu virka á vinnuligum grundarlagi, fyri at javnseta alment og privat.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928