Steingja Norðuritalia

bannari
Steingja Norðuritalia
Italska stjórnin hevur gjørt av at steingja stórar partar av norðuritalia orsakað av COVID-19 corona-smittuni
Italski forsætisráðharrin, Giuseppe Conte, hevur gjørt av at steingja Norðuritalia orsakað av corona smittuni
 
08.03.2020 - 10:10

Italski forsætisráðharrin, Giuseppe Conte, hevur í nátt undirskrivað eina fyriskipan, sum í veruleikanum merkir, at 15 milliónir italienar verða settir í sóttarhald. Hetta er ein fjórðingur av øllum íbúgvunum í Italia.

Hetta er ógvsligasta tiltak í samband við corona-smittuna, ið er framt aðrastaðir enn í Kina, síðani smittan tók seg upp í Wuhan landslutinum í Kina í desember.

Fyriskipanin hjá italsku stjórnini merkir, at borgarar ikki hava loyvi at flyta seg út úr stongdu økjunum, og tey hava heldur ikki loyvi til at flyta seg millum stongdu økini.

Hetta merkir eisini, at tað ikki longur ber til at ferðast til Norðuritalia. Bert fólk við serligum loyvi frá italsku mynduleikunum grundað á arbeiði ella heilsu, sleppa inn í Norðuritalia.

Danska Uttanríkisráðið boðar í morgun frá, at tey frámæla øllum ferðum til Norðuritalia.

Italia er tað landið í Evropa, ið er harðast rakt av corona smittuni. Tilsamans eru 5.883 fólk staðfest at hava smittuna, harav 589 eru vorðin frísk aftur. 233 fólk eru deyð av corona smittuni í Italia, sambær eini uppgerð frá Johns Hopkins University.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609