Corona: Partabrøvini minka nógv í virði í Asia

Corona: Partabrøvini minka nógv í virði í Asia
Oljuprísurin er eisini nógv lækkaður
Partabrøvini í Asia eru fallin nógv í virði
 
09.03.2020 - 09:22

Partabrøvini á marknaðunum í Asia fullu nógv í morgun. Orsøkin er coronavirusið, og at prísurin á olju eisini lækkaði nógv, skrivar Reuters.

Saudiarabia gjørdi um vikuskiftið av at lækka sín almenna oljuprís. Tað varð gjørt, eftir at semja ikki fekst við Russland um at minka um søluna av olju, tí eftirspurningurin er minkaður munandi, síðani coronavirusið fór at gera um seg.

Virðið á partabrøvum er lækkað 10 prosent í Asia í eina viku, og í morgun fall oljuprísurin ein triðing í Asia.

Í eini frágreiðing sigur ST, at búskapargongdin kring heimin er viknað av coronavorusinum, og 5.000 fyritøkur sum eru skrásettar á partabrævamarknaðinum, hava boaðað frá, at teirra meting nú er níggju prosent verri fyri árið, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572