Egon Joensen stjóri í Búnaðargrunninum

Egon Joensen stjóri í Búnaðargrunninum
Snorri á Bøgarði, sum skuldi verða stjóri, tekur ikki av starvinum
Egon Joensen verður nýggjur stjóri í Búnaðargrunninum
Mynd: Mynd lænt av Facebook-vanga  
 
12.03.2020 - 13:16

Stýrið fyri Búnaðargrunnin hevur sett Egon Joensen sum nýggjan stjóra í grunninum frá 1. mai.

Egon Joensen er 48 ár og  útbúgvin búskaparfrøðingur, cand.oecon. Hann hevur starvast sum fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum seinastu sjey árini.

Egon Joensen tekur við stjórastarvinum, eftir at Snorri á Bøgarði, sum fyri trimum vikum síðani fekk boðið starvið, avgjørdi ikki at taka av.

Stýrið fyri Búnaðargrunnin søkti eftir stjóra, tá undanfarni stjórin, Regin I. Jakobsen, tók við sum stjóri í Vága Floghavn.

21 umsóknir vóru til starvið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mikudag 29. juli
Ólavsøkugudstænasta í Havnar kirkju
211370
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373