Bara 20 tingfólk kunnu møta í senn

bannari
Bara 20 tingfólk kunnu møta í senn
Tingfundur verður klokkan 13.30, har hjálparpakkin hjá landsstýrinum væntandi verður lagdur fram
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður
 
18.03.2020 - 09:39

Nú koronasmittan herjar, sleppa bara 20 tingfólk at møta á tingfundi í senn. Sostatt skulu 13 tingfólk altíð vera við hús.

Tað hevur formansskapurin í løgtinginum gjørt av.

- Eg fari at heita á tingfólk at gera skjótt av í tingsalinum, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður:

1358566

Hetta verður gjørt til tess at tryggja, at alt tingið ikki noyðist í sóttarhald, tí eitt tingfólk verður staðfest hava Covid-19 virus, siga Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, og Johnhard Klettheyggj, stjóri á løgtingsskrivstovuni, í skrivi til tingmanningina.

Ein leistur er gjørdur, sum byggir á verandi tingmannabýti, har bæði flokkar, samgonga og andstøða eru umboðað lutfalsliga javnt.

Flokkarnir verða umboðaðir soleiðis:

Fólkaflokkurin 5 tingfólk, Sambandsflokkurin 4, Javnaðarflokkurin 4, Sjálvstýri 1, Tjóðveldi 4, Framsókn 1 og Miðflokkurin 1 tingfólk 

Formenninir í tingbókunum gera av, hvør skal umboða sín flokk, og geva hinum boð um at verða verandi við hús.

Tingfundur er ásettur at verða í dag klokkan 13.30. Á skránni er framløga, og tá verða uppskotini í hjálparpakkanum hjá landsstýrinum væntandi løgd fram.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928