Grønlandsbankin rindar einki vinningsbýti

bannari
Grønlandsbankin rindar einki vinningsbýti
Bankin vil heldur styrkja seg við teimum 54 milliónunum, í staðin fyri at lata tær í vinningsbýti
Grønlandsbankin rindar ikki vinningsbýti, og avlopið í ár verður eisini minni enn mett
 
19.03.2020 - 09:40

Grønlandsbankin hevur boðað keypsskálanum í Keypmannahavn frá, at hann fer ikki at rinda vinningsbýti fyri 2019 kortini.

Ætlanin var at gjalda partaeigarunum 54 mió. kr. í vinningsbýti, 30 kr. fyri partabrævið.

Orsøkin til broytingina er koronasmittan.

Bankin vil heldur styrkja seg við teimum 54 milliónunum, í staðin fyri at lata tær í vinningsbýti.

Hann fer at kunna geva fleiri lán og verður betur førur fyri at standa móti tapum, verður sagt.

Avlopið minkar

Grønlandsbankin hevur broytt væntanina fyri 2020 úr 120 til 140 mió. kr. í yvirskoti til 80 til 130 milliónir. 

Nevndin í Grønlandsbankanum hevur tó ikki heilt slept vinningsbýtinum fyri 2019.

Tað kemur kanska afturíaftur á einum eykaaðalfundi seinni í ár, um koronastøðan batnar nógv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531