Nýggj hjálpartiltøk í Danmark fyri 300 milliardir

bannari
Nýggj hjálpartiltøk í Danmark fyri 300 milliardir
Allir flokkar í fólkatinginum hava gjørt avtaluna, sum fyrst og fremst fer at hjálpa vinnulivinum
Nicolai Wammen, danskur fíggjarmálaráðharri, hevur saman við øllum flokkum á tingi gjørt eitt víðfevnt uppskot um hjálpartøk fyri einar 300 milliardir kr.
 
19.03.2020 - 10:30

Allir flokkar í fólkatinginum eru til reiðar at játta eina trísifraða milliardaupphædd at hjálpa danska vinnulívinum burtur úr koronakreppuni.

Tað varð upplýst á einum tíðindafundi fyrrapartin, har umboð fyri allar flokkar í fólkatinginum vóru við.

- Vit eru eisini til reiðar brúka meira pening, gerst tað neyðugt, segði Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharri. 

Galdandi í tríggjar mánaðir

- Hetta er ein serlig støða, og átøkini eru galdandi í tríggjar mánaðir. Verða hesi stigini ikki tikin, verða túsundtals fólk arbeiðsleys, og fyritøkur lata aftur. Henda íløgan verður gjørd fyri at bjarga Danmark í einari sera torførari støðu, og eisini vælferðini í landinum, segði Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharri.

Hann segði, at danski búskapurin er væl fyri, og tí hevur landið ráð at seta tiltøkini í verk. Og ráð eru at brúka meira pengar, verður tað neyðugt.

Serfrøðingar hava sagt, at átøkini fara at kosta einar 300 milliardir kr.

- Vit vita ikki, hvussu nógv tey fara at kosta, men vit fara at hjálpa Danmark í hesi støðu, og vit gera tað í felag, segði Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharri, á tíðindafundinum.

Endurgjald og størri veðhald

Hjálparátøkini hava við sær, at sjálvstøðug vinnurekandi fáa endurgjald fyri minkandi umsetning og fastar útreiðslur.

Fyrtøkur fáa størri útflutningskreditt, og almenna veðhaldsupphæddin fyri lán, sum fyritøkur taka, hækkar.

Ferðatryggingargrunnurin, Rejsegarantifonden, fær almenna trygd fyri 1,5 milliardum krónum, til tess at hjálpa fyritøkum í ferðavinnuni

Krøvini um at fáa dagpening og sjúkradagpening linka, og næmingar og lesandi, sum eru í vanda fyri at missa arbeiðið, fáa betri lánsmøguleikar.

Avtalan gjørd í nátt

Samráðst hevur verið á Christiansborg í alla nátt um hjálparpakkan, eftir at stjórnin í gjár legði fram sítt uppskot um hjálparátøk.

Vinstriflokkurin, Radikali flokkurin og Danski fólkaflokkutin mæltu til at stovna ein hjálpargrunn við 300 milliardum krónum, men eingin avtala er gjørd um at stovna hjálpargrunn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756