Korona hevur kravt 10.000 mannalív

bannari
Korona hevur kravt 10.000 mannalív
200.000 fólk eru smittað, vísa tøl hjá John Hopkins Universitetinum
 
20.03.2020 - 08:24

10.000 fólk eru nú deyð av koronavirusinum, sum herjar kring heimin í løtuni. 

Tað vísa nýggjastu tølini hjá Johns Hopkins Universitetinum, sambært DR. 

Tað er serliga í Evropa, at talið av deyðum er nógv vaksið seinastu dagarnar. 

Í Føroyum eru 80 fólk smittað við Covid-19, og tvey eru blivin frísk av virusinum. 

1151 tilburðir í Danmark

Í Danmark hava 1151 fólk fingið staðfesti koronavirusið, og seks eru deyð av Covid-19. 

Í Grønlandi eru bara tveir tilburðir, men har eru heilsumyndugleikarnir júst farnir at kanna nógv fólk fyri koronasmittuna. 

200.000 fólk kring heimin eru smittað við Covid-19, sambært tølunum hjá John Hopkins Universitetinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107