Fleiri búpláss í Suðuroynni til serligan tørv

Fleiri búpláss í Suðuroynni til serligan tørv
Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur svarað fyrispurningi frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni
Elsebeth Merecedis Gunnleygsdóttir er landsstýriskvinna í almannamálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.03.2020 - 10:02

Ætlanin er at útvega fleiri búpláss í Suðuroynni til fólk, ið hava serligan tørv.

Tað upplýsir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, í svari til Bjarna Hammer, løgtingsmann.

Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot um at dagføra vardar bústaðir, og sambært hesum uppskotinum er ætlanin at útvega fleiri búpláss í Suðuroy, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

14 búpláss

Tvey sambýli eru í Suðuroynni við tilsamans 14 búplássum til persónar, sum bera likamligt ella sálarligt brek.

Harumframt eru eisini onnur tilboð, sum t.d. stuðuls- og virknistænasta, men bíðilistar eru.

Almannaverkið hevur víst á, at eitt uppskot at tryggja tørvin í Suðuroynni í nøkur ár, kundi verið at útvega eini rúmlig hús, til ymiskt virksemi, t.d. búpláss, umframt umlætting til fleiri ymsar málbólkar.

Dugni í Suðuroynni

Bjarni Hammer spurdi eisini, hví Dugni ikki hevur virksemi í Suðuroynni. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir upplýsir, at Dugni hevur søkt um størri játtan í 2021 til at skipa virksemi í Suðuroynni.

Dugni hevur víst á, at stovnurin hevur ilt við at veita borgarum í Suðuroynni tilboð uttan so, at teir fáa hetta tilboðið á skúlanum við Áir.

Umsóknin frá Dugna verður viðgjørd í sambandi við fíggjarlógina fyri 2021, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum í svarinum til Bjarna Hammer. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928