Allir peningasterku partar kallast saman

bannari
Allir peningasterku partar kallast saman
Landsstýrið eigur at kalla allar sterkar aktørar í samfelagnum saman um samráðingarborðið, heldur Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini
07.04.2020 - 19:52

Við tveimum politiskum hjálparpakkum hevur politiska skipanin enn ikki skilt ímillum sterkar og veikar fyritøkur. Tað merkir, at sum nú er hevur fíggjarliga grundarlagið hjá fyritøkunum ongan týdning í mun til, um tær kunu fáa stuðul ella ikki - heldur eru hjálparpakkarnir grundaðir á mista inntøku í hesum koronatíðum.

Í hjálparpakka tvey, sum varð samtyktur í gjár, er tó ein áseting, sum skal geva landsstýrismanninum heimild at hyggja nærri eftir hesum viðurskiftum. Ásetingin sigur:

"Landsstýrismaðurin kann nokta at rinda stuðul sambært hesi lóg, um landsstýrismaðurin metir, at viðkomandi fyritøka er fíggjarliga før fyri at rinda tær rakstrarútreiðslur, sum eru fevndar av stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um fíggjarligar treytir fyri at fáa stuðul eftir 1. pkt."

Nú eru tveir hjálparpakkar samtyktir politiskt. Tann stóri hjálparpakkin, sum fleiri partar eftirlýsa, manglar tó framvegis - tann, sum gevur endurgjald fyri mistar inntøkur orsaka av koronakreppuni. Og spurningurin er, hvønn leiklut fíggjarligu sterku samtøkini skulu hava framyvir í koronakreppuni. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329