Gekk ov seint hjá USA

bannari
Gekk ov seint hjá USA
Longu um hálvan februar mæltu heilsufakfólk í USA til, at seta í verk, sosiala frástøðu, og at steingja arbeiðspláss
Kelda: Savnsmynd
 
13.04.2020 - 14:28

Longu um hálvan februar søgdu heilsufakfólk í USA, at koronasmittan fór at verða ein hóttan í USA og fleiri mæltu til, at seta í verk sosiala frástøðu og at steingja arbeiðspláss. Tað vísa skjøl, sum amerikanskir miðlar hava fingið innlit í.

Tað gingu tó tríggjar vikur áðrenn stjórnin tók neyðugu stigini at basa smittuni. Stjórnin og forsetin hava víst hesum aftur við millum annað at vísa á, at tað var tíðliga stongt av fyri ferðing til og frá Kina.

Nú sigur Anthony Fauci, høvuðsráðgevi hjá amerikonsku stjórnini, tó, at hald er í tíðindunum. Hann sigur við CNN, at ráðini um at mæla fólki til at halda frástøðu fingu kalda móttøku og at høvdu líknandi tiltøk verið sett í verk tíðliga, so kundu mannalív verið bjargað.

Óvist, nær slakað verður

Anthony Fauci leggur tó dent á, at talan er um stórar avgerðir, sum skulu takast allatíðina og at tey sum heilsumyndugleiki bara kunnu mæla stjórnini til at gera tiltøk, men ikki at seta tey í verk fyri tey.

Um hálvan februar, tá stjórnin varð tilmæld at seta tiltøk í verk fyrstu ferð, vórðu 15 staðfest smittað í USA. Í dag eru tað næstan 560.000 smittað og fleiri enn 22.000 eru deyð.

At Anthony Fauci nú váttar tíðindini, hevur fingið fleiri at krevja, at hann skal koyrast frá fyri at tala stjórnini, sum hann tænir, ímóti.

USA er hart rakt av korona smittuni í løtuni. Enn er ikki greitt, nær tað verður slakað í tilmælunum, men Anthony Fauci segði við CNN í gjár, at seinast í apríl kunnu tilmælini eftirmetast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
Góðan morgun Føroyar
206789
Hósdag 9. apríl
Morgunlestur hósdagur 9.apríl 2026
206584
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647