NSÍ laðar garðar

bannari
NSÍ laðar garðar
Runavíkar kommuna hevur fingið kend nøvn á lønarlistan. Teir 25 menninir hjá NSÍ skulu hjálpa kommununi, at laða garðar
 
21.04.2020 - 12:09

Runavíkar kommuna og NSÍ hava gjørt eitt serligt tiltak fyri teir 25 menninar í besta liðnum hjá NSÍ.

Teir skulu laða garðar, og fáa pengar frá kommununi afturfyri. NSÍ hevur ikki brúkt møguleikan at senda sínar spælarar í lønarískoytisskipanina hjá Als.

Og tað hevði ikki munað nógv, tí leikararnir fáa tað mesta av sínari inntøku aðrastaðni enn fyri at spæla fótbólt.

Gomlu grótgarðarnir laðast uppaftur

Liðskiparin á besta mansliðnum hjá NSÍ, Klæmint Andrasson Olsen, spurdi borgarstjóran í Runavík, um kommunan kundi lata leikararnar fáa okkurt at gera fyri at hjálpa felagnum. 

Men nú vóru góð ráð dýr. Hvussu kunnu 25 mans arbeiða saman, og tveir metrar eru millum teirra? Jú, teir kunnu laða gomlu grótgarðarnar uppaftur.

Leikararnir brúka nakrar leygardagar til arbeiðið at fáa garðarnar í upprunastand aftur, so frægt, sum tað ber til. 

Av tí, at vit eru í einum fíggjarári, verður hetta ein royndarskipanin, sum verður fíggjað umvegis kontuna, sum eitur fornminni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120