Icelandair sigur 2.000 fólkum upp

bannari
Icelandair sigur 2.000 fólkum upp
Íslendska flogfelagið legst nú aftrat øðrum norðurlendskum flogfeløgum, sum eru meint rakt av korona
 
29.04.2020 - 09:11

Icelandair sendir 2.000 fólk til hús.

Tað boðaði Íslendska flogfelagið frá í gjár. 

Eins og nógv onnur flogfeløg, stríðist Icelandair fyri at koma ígjøgnum korona-kreppuna

Neyðugt er at siga gott. 2.000 fólkum upp, til tess at mina lønarútreiðslurnar, sigur Icelandair.

Bert tíggjunda hvørt flogfar hjá Icelandair flýgur fyribils.

- Vit vóna, at tað skjótt fer at ganga framá aftur, soleiðis at vit kunnu bjóða stavsfólkum arbeiði aftur, sigur stjórin í Icelandair, Bogi Nils Bogason, sambært Reuters

Onnur flogfeløg eisini í kreppu

Fleiri onnur flogfeløg eru í somu truplu støðu.

Í gjár boðaði SAS frá, at tey senda 5.000 fólk til hús. Tað er umleið helvtin av øllum starvfólkunum í norðurlendska flogfelagnum.

Eisini norska lágprísfelagið, Norwegian, hevur boðað frá, at tað fer bara at flúgva bráðfeingis innanríkisflúgving í Noregi, tað sum er eftir av árinum.

Norski ríkiskassin rindar Norwegian stuðul til hetta virksemið.

Sostatt verða bara sjey av tilsamans 168 flogførum hjá Norwegian á flogi, tað sum er eftir av 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 6. januar
Upp á gólv á trettanda
202324
Týsdag 6. januar
Veðrið
202314
Týsdag 6. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202303
Mánadag 5. januar
Veðrið
202274
Sunnudag 4. januar
Møti hjá Frelsunarherinum
202233